Í næstum fara Jógvan Andrias Joensen og Edvard Nyholm Debess á pall í samband við Fólkatónleikarastevnuna.
Teir hava spælt saman áður, tó at tað hevur verið longi ímillum.
-Eg tók samband við Edvard til upptøku av "Soleiðis saman" í 1999, har hann spældi kontrabass og sang. Hann er ein av okkara bestu. Hevur spælt saman við Kára p., Una Debess o.fl. Vit hildu fram við góða tónanum okkara millum á "Egin slóð" várið 2023, tá hann tilrættislegði kór og spældi bass, sigur Jógvan Andrias.
-Vit hava verið á palli saman við einrøðuleiki í meira enn 4 ár. Har hann hevur arr tónleikin og vit syngja eisini saman, greiðir Jógvan Andrias frá, og sipar til leikin "Kom bara inn, eg skal ikki gráta".
- Nú 27 ár eru liðin síðani vit spældu saman fyrstu ferð, havi eg Edvard við mær á bas og sang í Fugloy.
Ein nýggj duett á Fólkatónleikarastevnu í Fugloy 1. og 2.mai .Joensen&Debess spæla nýggj og eldri løg hjá Jógvan Andrias og nøkur coverløg, sigur Jógvan Andrias Joensen.
Jógvan Andrias er skald, sangskrivari og fólkasangari úr Klaksvík. Hann gjørdi fyrst vart við seg, tá hann í 1991 kom fram við sanginum “Ljós í myrkri” á fløguni Amnesty Tónar. Fyrsta fløgan hjá honum, "Soleiðis Saman”, varð útgivin í 1999.
Síðani hevur hann givið trý stakløg út. “Sólarhvarv” í 2017, “Sóljuprinsessa” í 2021, og triðja staklagið “Egin slóð” frá 2023 er ein roynd at lýsa nærveru sum týdningarmesta lykilin til at styrkja børn og ung at gerast trygg við seg sjálvi á teirra lívsleið.
Jógvan Andrias hevur arbeitt við nógvum dygdargóðum tónleikarum ígjøgnum árini, eisini Tórshavnar Manskóri. Tónleikurin og sangskrivingin hava røtur í siðbundnum føroyskum fólkatónleiki, so sum gomlum føroyskum vísum.
Til ber at fylgja Jógvan Andriasi á facebook og á Spotify.











