Týsdagin 28. apríl, sum er í dag, loysti borgarstjórin í Eysturkommunu, Per Martin Gregersen, fyrsta flagið til nýggju útstykkingina í Niklasmørk í Syðrugøtu.
Útstykkingin fevnir um átta sethúsagrundstykkir, sum verða gjørd byggiklár. Umframt hetta, eru 3.700 fermetrar lagdir av til raðhús og íbúðarbygging.
Tað er J&K Petersen, sum stendur fyri arbeiðnum, og sum eisini fer at standa fyri bæði bygging og sølu av raðhúsunum.
- Her verður talan um eini 15-17 raðhús, og sostatt verður samlaða talið av bústøðum í nýggja býlinginum millum 23 og 25.
Hetta vita tey í Eysturkommunu at siga í dag.











