Leo pávi XIV verður móttikin av Felipe VI og Letiziu Ortiz Rocasolano uttan fyri kongsslottið í Madrid. Mynd: Stefano Rellandini/Ritzau Scanpix.

Pávin: Kynslig misnýtsla er eitt opið sár

Kynslig misnýtsla innan katólsku kirkjuna er framvegis eitt opið sár. Tað segði Pávin Leo, tá hann leygardagin byrjaði eina sjey dagar langa vitjan í Spania.

Leo pávi XIV verður móttikin av Felipe VI og Letiziu Ortiz Rocasolano uttan fyri kongsslottið í Madrid. Mynd: Stefano Rellandini/Ritzau Scanpix.

Sambært AFP fer pávin undir vitjanini at hitta fólk, sum hava verið fyri kynsligari misnýtslu.

– Hetta er eitt opið sár, segði Pávin Leo um tey mongu málini um misnýtslu, sum hava merkt katólsku kirkjuna gjøgnum árini.

Í 2023 varð ein frágreiðing frá spanska umboðsmanninum løgd fram. Hon metti, at umleið 200.000 børn og ung kunnu hava verið fyri kynsligari misnýtslu í Spania síðani 1940.

Fyrr í ár gjørdu spanska stjórnin og katólska kirkjan í Spania eina avtalu um at veita endurgjald til fólk, sum hava verið fyri kynsligari misnýtslu.

Vitjanin hjá pávanum kemur tí á einum viðkvomum og týdningarmiklum tíðarbili í arbeiðinum við at viðurkenna og bøta um skaðan hjá teimum, sum hava verið rakt.

Kelda: Ritzau/AFP.

 

 

 

Leo pávi XIV verður móttikin av Felipe VI og Letiziu Ortiz Rocasolano uttan fyri kongsslottið í Madrid. Mynd: Stefano Rellandini/Ritzau Scanpix.