Myndin er privat

Smáflogfar úr Kanada trygdarlendi í Nuuk

- Eingin í flogfarinum fekk skaða undir trygdarlendingini, veit Grønlands Politi at siga

Myndin er privat

Eitt smáflogfar, sum fór úr Goose Bay í Kanada mikudagin, noyddist tríggjar tímar seinni at trygdarlenda í grønlenska høvuðsstaðnum, Nuuk.

 

Sagt verður, at orsøkin til trygdarlendingina var, at trýstið í kabinuni á flogfarinum fall. 

 

Grønlands Politi sigur við Sermitsiaq, at eingin í flogfarinum fekk skaða undir lendingini.

 

Seint mikudagin, tá flogfarið skuldi lenda, var bæði løgregla, sløkkiið og sjúkrabilar í floghavnini í Nuuk - til reiðar, um okkurt skuldi gingið illa.

 

- Hetta snýr seg um eitt flogfar, sum er trygdarlent í Nuuk, og tá soleiðis er, er neyðugt at aktivera alt átaksvirksemi, sum er knýtt at hesum.

 

Tað segði samskiftisfólkið hjá Greenland Airport, Stine Buur Hvistendahl, við Sermitsiaq eftir at smáflogfarið hevði trygdarlent í øllum góðum.

 

- Nú skal flogfarið kannast, áðrenn tað fer avstað aftur, legði samskiftisfólkið aftrat.

 

 

 

Myndin er privat