Tað segði landsins orku- og vinnumálaráðharri, Ebba Busch, á einum tíðindafundi, sambært svensku tíðindastovuni TT.
Orsøkin er kríggið í Miðeystri millum Iran, USA og Ísrael.
– Sjálvt um vit skuldu fingið eina burðardygga friðaravtalu í lag í morgin, so kann tað ganga ein tíð, áðrenn veiting av olju og gassi kemur í rættlag aftur, segði Ebba Busch.
Ólíkt flogbrennievni hevur Svøríki ikki víst á nakran vanda fyri, at bensin og diesel mangla.
Vandin fyri troti á flogbrennievni hevur ikki fingið svensku stjórnina at heita á brúkararnar um at lata vera við at flúgva í summarfrítíðini.
/Ritzau/











