Nú ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, vitjar í Svøríki í dag, er greitt, at Ukraina fær 16 Jas Gripen jagaraflogfør úr Svøríki.
Tað skrivar ukrainska stjórnin í sambandi við vitjanina hjá forsetanum í Svøríki.
Aftrat teimum 16 flogførunum, sum Ukraina fær, ynskir Ukraina at keypa 20 jagaraflogfør aftrat av sama slagi úr Svøríki.
Hesi 20 flogførini skulu gjaldast av pørtum av lánunum, sum Ukraina hevur fingið frá ES, veit NTB at siga seinnapartin.










