Ukrainar rakt enn eina Wildberries-goymslu í Moskva

- Síðan seinnapartin í gjár hevur Ukraina sent 620 dronur eftir russiska høvuðsstaðnum, sigur borgarstjórin í Moskva

Ukrainar hava í seinastuni framt álop á fleiri Wildberries-goymslur í Russlandi

Aftur í nátt hevur ukrainski herurin lopið á russiska høvuðsstaðin Moskva við nógvum dronum, og enn einaferð er ein Wildberries-goymsla í Moskva rakt.   

 

Wildberries er russiska svarið upp á Amazon.

 

Kelda til tíðindini um nýggju ukrainsku álopini á Moskva er russiski guvernørurin, Andrej Vorobjov. Hann sigur, at fleiri bygningar eru raktir í ukrainsku álopunum.

 

Ukrainar siga, at Wildberries selur dronur og ymiska hernaðarliga útgerð til russiska herin.

 

Russar siga seg hava skotið 180 dronur niður á Moskva-leiðini í nátt, og kelda til hesi tíðindini er borgarstjórin í Moskva, Sergei Sobyainin, sum skrivar hetta á Telegram.

 

Borgarstjórin vísir á, at seinasta samdøgrið hava tilsamans 620 dronur havt kós móti Moskva-regiónini, og fleiri eru løstað í ukrainsku álopunum.

 

- Hetta er talið av dronum síðan seinnapartin mánadagin og fram til í morgun, sigur borgarstjórin í Moskva, Sergei Sobyainin, á Telegram.

 

 

 

Ukrainar hava í seinastuni framt álop á fleiri Wildberries-goymslur í Russlandi