Óli Joensen syngur um Risar og trøll á fyrsta staklagi sínum

Risar og trøll er fyrsta staklagið av nýggju solo-verkætlanini hjá Óla Joensen, sum ber navnið, ŌLI.

 

Lagið er inniligt og avspeglar føroyska melankoli, har teksturin inniber temað um at fara út í heim og samstundis sakna sítt egna heim.

Lagið er nakið at byrja við men byggir seg støðugt upp, til tað ímóti endanum brestur út í eitt hæddarpunkt, ið avmyndar ráleikan og megina, sum vit kenna úr føroysku náttúruni og landslagnum.

Við hesum lagnum, Risar og trøll, leggur ŌLI grundina fyri nýggja soloprojektið, og vísir hvat kann vera í væntu av komandi løgum í framtíðini, samstundis sum hann eisini hevur ætlanir um at spæla konsertir í Føroyum komandi summar.

 

Lurta eftir Risar og trøll

 

ŌLI

 

Risar og trøll

 

Útgivið 7. mai 2026 av Plátufelagnum Tutl