1638 fólk: Súni og Dávur stavn um stavn

Sambært Hagstovu Føroya búgva nú júst sama tal av fólki í Fuglafjarðar kommunu og Nes kommunu

Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu og Dávur Juul, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu

1638 fólk búgva í Fuglafjarðar kommunu, og 1638 fólk búgva í Nes kommunu.

 

Tað siga nýggjastu hagtølini hjá Hagstovu Føroya fyri mai í ár.

 

Hyggja vit eftir Fuglafjarðar kommunu, búgva 1628 fólk í Fuglafirði og á Kambsdali, og á Hellunum búgva 10 fólk.

 

Hetta gevur 1638 fólk tilsamans, sum er ein minking á tríggjar borgarar í mun til mai 2025.

 

Hyggja vit eftir Nes kommunu, sum hevur tríggjar bygdir, siggja tølini soleiðis út:

 

Toftir 1101, Nes 377 og Saltnes 160 - ella tilsamans 1638 fólk, sum er ein vøkstur á 44 fólk í mun til mai 2025.

 

Dávur Juul er borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu og Súni í Hjøllum, sum hevur konu úr Fuglafirði, er borgarstjóri í Nes kommunu.

 

Seinnu árini hevur Nes kommuna havt stóran fólkavøkstur.

 

Borgarstjórin, Súni í Hjøllum, hevur sagt, at hóast Nes kommuna er Føroya nýggjasti býur, er kommunan í dag ikki minsti býur.

 

Fáar kommunur í Føroyum hava so nógv vinnuligt virksemi, roknað yvir fólkatalið, sum Fuglafjørður hevur.

 

Í Fuglafirði er meira enn ríkiligt av arbeiði til arbeiðsføra fólkið, sum her býr, og fleiri fólk úr øðrum bygdum hava sítt livibreyð í Fuglafirði.

 

Seinni árini hevur Nes kommuna havt stóran fólkavøkstur, og eingin ivi er um, at tað hevur havt sín týdning, at Eysturoyartunnilin kemur upp í Nes kommunu.

 

 

 

 

 

 

 

Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu og Dávur Juul, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu