Tað boðaði løgreglan frá, sambært norska kringvarpinum NRK.
Løgreglan bað fólk halda seg burtur frá handilsmiðstøðini, sum eitur Storo Storsenter.
Sambært løgregluni er ákærdi ein 19 ára gamal maður við høglbyrsu. Tað var hann sjálvur, sum boðaði løgregluni frá.
– Tað var eitt skot í loftið. Tað er einki, sum bendir á, at hann royndi at gera nøkrum mein, segði átaksleiðarin Tor Grøttum eftir átakið hjá løgregluni.
Vitni siga við NRK, at ein maður kom inn í handilsmiðstøðina við einum vápni, og at fólk síðani fóru at renna av staðnum.
/Ritzau/











