Fleiri yngri leikarar, ið vóru við at vinna FM fyri U21-lið, hava longu skrivað nýggjar sáttmálar við ÍF. Nú boðar felagið frá, at fleiri eldri leikarar leggjast afturat hópinum eisini.
Í summarhálvuni skifti Jóan Petur Samson Jónsson úr KÍ til ÍF. Hann spældi í ár níggju dystir fyri fyrsta liðið hjá ÍF, og nú hevur hann skrivað undir ein tvey-ára sáttmála við ÍF.
Ein annar klaksvíkingur hevur eisini skrivað undir við ÍF. Málverjin Hannis Matras, ið hevur verið partur av bestaliðshópinum hjá KÍ seinastu árini, fer nú at royna eydnuna í Fuglafirði. Seinastu árini hava Jákup J. Nolsøe og Tóri T. Traðará skiftst um at verja málið hjá ÍF.
Sveinur R. Justinussen hevur eisini longt sáttmálan við ÍF. Sveinur hevur ferðast alla Eysturoynna, tí hann hevur spælt við Víkingi, B68, NSÍ og líka eitt stutt skifti í HB, men í ár spældi hann við ÍF. Tað fer hann eisini at gera komandi tvey árini.











