Tíðindaskriv:
Ein løta, har tit eru vælkomin í kirkjuna at sita í kvirru, hugsavna og steðga á eitt bil í adventini. Tað verður ljós á altarinum og annars skýmligt í kirkjuni. Um man hevur hug at lesa vers úr bíbliuni, er man vælkomin til tess. Endað verður kl. 21:00 við bøn og Faðir Vár.
Hjartaliga vælkomin











