210 ár

Í dag vóru stór tíðindi í útvarpinum.

 

Vitaverkið er komið á okkara hendur!

 

Tá skip nærkast landi á nátt eru tað vit sum senda ljós móti teimum fyri at heilsa teimum vælkomnum.

 

Hetta var í tøkum tíma.

 

18. januar í ár vóru 210 ár liðin síðan vit í 1814 fingu eina nýggja grundlóg, sum framvegis er í gildi í Grønlandi og Føroyum. Har verður sagt, at vit sjálvi hava allan rætt til at stýra øllum okkara viðurskiftum. Vit hava alt lóggevandi, útinnandi og dømandi vald. Eingin embætismaður hjá danska statinum kann sita í Keypmannahavn og avgera nakað innan fyri mark okkara. Eingin kann vera embætismaður her og akta boðorðum sum koma frá danska statinum, tí vit skulu bara lýða okkara egnu stjórn.

 

Men tá fyri 210 árum síðani snýttu donsku stjórmálamenninir okkum og stjólu tað vald, sum vit høvdu fingið. Tann rætt vit síðani hava havt til at skipa fyri øllum viðurskiftum okkara sluppu vit ikki at útinna.

 

At danska stjórnin hevur forðað okkum at ráða fyri okkara vitaverki hevur verið eitt grundlógarbrot. Slík brotsverk geva ikki brotsmanninum nakran rætt, uttan mun til hvussu langt er fráliðið.

 

Nú sóu vit í Runavík, at løgreglan, sum hevur skyldu til at vera danska løgmálaráðharranum lýðin, bað streikandi arbeiðarar um at flyta seg, so verkfallið varð brotið. Av tí at danska løgreglan síðani 1814 onga heimild hevur havt at geva nøkur boðorð innan fyri mark okkara, høvdu løgreglumenninir í Runavík ongan rætt til at biðja nakran flyta seg. Hetta hevði bert ein løgregla havt, sum hevði skyldu at lýða ta stjórn, sum vit sjálvi høvdu valt. Men verkfalsmenninir í Runavík vistu hvussu gekk Vígdis, tá hon ikki vildi lýða tey heimildarleysu boðini, sum løgreglan gav henni. Tá varð hon handtikin, tí løgreglan hevði fingið ólóglig boð um at nýta vald móti verkfalsfólki – tann rætt sum allir danskir embætismenn mistu fyri 210 árum síðani. Tá klaksvíkingar við sóma forðaðu løgregluni, vórðu ólóglig boð send eftir krígsskipi fyri at avberja hampafólk. Einki er tí at siga til at menn í Runavík fluttu seg eftir boðorðunum hóast tey vóru ólóglig.

 

Men nú er vón fyri stavn.

 

Nú vit ráða yvir vitunum, er bara at boða frá at vit eisini hava ræði á løgreglu og hermegi!

 

 

 

Zakarias Wang