270 nýggj lesandi fyrsta dag í morgun

Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn var fullsett í morgun, tá 270 nýggj lesandi høvdu sín fyrsta innleiðsludag á Fróðskaparsetri Føroya. Tey eru eitt sindur fleiri í tali enn í fjør, tá 262 byrjaðu á Setrinum.

Umleið 200 av teimum, sum byrjaðu í morgun, eru innskrivað til bachelor, 50 til master og 20 á hjánámi ella parttíðarlestri.

 

Í talu síni til tey lesandi segði Martin Tvede Zachariasen, rektari m.a., at eitt avgerandi mál fyri Setrið og Føroyar sum lestrarland er at gerast partur av Erasmus+ nú. Og at ætlanin er, at tey, sum í dag byrja at lesa á Setrinum, kunnu fáa gagn av skiftislestri úti í heimi gjøgnum ta skipanina, og at útlendsk lesandi á sama hátt skulu kunna koma á Fróðskaparsetrið við Erasmus+.

 

Eisini segði rektarin, at sannlíkindi eru fyri, at nøkur teirra fara at fáa gagn av tí nýggja felagsbygninginum, sum er í umbúna, og sum vónandi verður samtyktur av løgtinginum seinni í heyst.

 

Innleiðslan hjá teimum nýggju Setursspírunum heldur fram alla vikuna, og tey fáa m.a. mentorar, sum eru roynd lesandi, knýtt at sær hesa fyrstu tíðina.

 

##med2##

##med3##

##med4##