Dreymurin um at spæla í bestu norsku fótbóltsdeildini brast hjá Áka D. Samuelsen og liðfeløgunum í Ranheim í dag.
Ranheim spældi í dag uppflytingarhálvfinalu á útivølli móti liðnum Árni Nóa Atlason hevur sáttmála við, nevnliga Egersund.
Dysturin á B & G Parken leikvøllinum í Egersund endaði við 3-2 sigri til Egersund. Tað sum Áki og liðfelagarnir kunnu iðra seg um er, at teir vóru á odda bæði 1-0 og 2-1, men megnaðu ikki at binda fyri.
Mikael Törset Johnsen legði Ranheim á odda seks minuttir undan steðginum, men beint undan steðginum javnaði Egersund til 1-1. Miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk Áki Ranheim á sigurskós, tá hann við brotssparki legði Ranheim á odda 2-1. Men Egersund javnaði í 85. minutti, og tá klokkan vísti 96 minuttir skoraði heimaliðið sigursmálið.
Árni Nóa var ikki partur av hópinum hjá Egersund.
Egersund skal spæla Play Off finalu móti Aalesund á útivølli. Dysturin verður spældur komandi mikudag klokkan 16.
Kappingarárið hjá Ranheim er liðugt. Í farna kappingarárinum megnaði Áki í 29 dystum at skjóta 11 mál, og at leggja upp til 10 mál. Eitt flott kappingarár hjá Áka kann staðfestast.











