Hugtakandi heystkonsert í Hoyvíkar kirkju

Tarira og Tórshavnar Kamarkór høvdu konsert samanfríggjakvøldið. Á skránni var nýggjari kirkjutónleikur, sum vit ikkihava hoyrt í Føroyum fyrr

Ummæli:

 

 

 

Vit eru ávegis inn í desember. Kórini kring landið gera klárt til jólakonsertir, men hendan tíðin áðrenn er góð til at framføra annantónleik enn tann, vit helst vilja hoyra tá jólini nærkast. 

 

Kórini, sum bæði hava hava Bernharð Wilkinson sum kórleiðara, hava fyrr sungið saman í felags verkætlanum og eru tí von at syngja saman. 

 

Konsertin byrjaði og endaði við verkum hjá heimskendakórtónleika-komponistinum Eric Whitacre. Tónleikurin hjáWhitacre hevur nú í 20-25 ár verið sungin kring allan heim. Bæðiáhoyrarar og sangarar dáma hendan tónleikin, sum onkursvegnabindur saman tann siðbundna kirkjutónleikin við drøgum úrsamtíðartónleiki. Hann er ikki bangin fyri at lenda á breiðum dur-akkordum og kendum satstekniskum skrivihátti. Fyrra verki hjáWhitacre, Her Sacred Spirit Soars frá 1992 er eisini so at sigatypiskt hjá tónaskaldinum og kórið kom eisini væl fráframførsluni. Konsertin endaði við verkinum Sleep, sum vit havahoyrt fyrr her á landi. Verkini bæði byrjaðu og endaðu konsertina, men eg haldi ikki at hesin tónleikurin framvegis í 2025 er nógáhugaverdur. Serliga tá hugsað verður um verkini sum kórið eisinisang.

 

Messa fyri dubultkór eftir sveisiska tónaskaldið Frank Martin var sera áhugavert at hoyra. Eg kenni ikki tónleikin, men einki er at ivast í at hetta er tónleikur á høgum støði. Framførslan gekk vælog kórið, sum her sang sum dubultkór var í sera góðari javnvág. Vandin við at syngja long verk uttan fylgispæl er at kórið fellur í tóna. Tey munna hava arbeitt nógv við intonatión, tí tó at tey nokkfullu nakað, so bilaði tað ikki og tað er eitt bragd. Tó fari eg at siga, at skal ein messa framførast, so eigur hon at verða framførd í fullum líki. Av onkrari orsøk sungu tey ikki Gloria og Credo. Tónleik á slíkum støði eigur at vera framførdur í fullum líki, tísoleiðis er hann hugsaður og skrivaður. Satstekniskt og liturgisktgevur tað ikki meining at leypa satsir um.

 

Tónleikin hjá skotska tónaskaldinum James MacMillan kendi egheldur ikki. Mærvitandi hava vit bara hoyrt hansara O radiantdawn í Føroyum fyrr. Hansara Miserere var eftir mínum tykkihæddarpunktið á konsertini. Í verkinum brúkar tónaskaldiðalskyns skriviháttir og tónleikurin er allatíðina áhugaverdur og fjølbroyttur. Stórt rós til kórini fyri hesa framførslu. 

 

Tá slíkar konsertir verða settar á skrá haldi eg at umráðandi er at konsertskrá verður prentað. Tónleikurin er nýggjur og ókendur og tí hava vit áhoyrarar fyri neyðini at fáa eitt sindur av vitan umtónleikin og tónaskøldini. Eitt ark var gamaní prentað, men har skal meir skrivast í.

 

Hetta var tónleikur og framførsla á høgum stigi og eg fari at takkakórunum báðum og Bernharði Wilkinson fyri framførsluna.

 

 

 

Leif Hansen