Katrine Lunde spældi sín fyrsta dyst fyri Noreg í 2002, men komandi HM verður hennara seinasta finaluumfar. (Savnsmynd). - Mynd: Eva Manhart/Ritzau Scanpix

Katrine Lunde gevst á landsliðnum

45 ára gamla Katrine Lunde hevur í 23 ár verið ein lyklaleikari hjá norsku hondbóltskvinnunum, men HM verður seinastu finaludystirnar hjá henni

Katrine Lunde spældi sín fyrsta dyst fyri Noreg í 2002, men komandi HM verður hennara seinasta finaluumfar. (Savnsmynd). - Mynd: Eva Manhart/Ritzau Scanpix


Ein institutión í norskum hondbólti leggur frá sær.

45 ára gamli málverjin, Katrine Lunde, gevst á landsliðnum eftir hetta kappingarárið.

Hetta merkir, at komandi HM verður seinastu finalurnar hjá roynda málverjanum.

Tað skrivar norska hondbóltssambandið á heimasíðuni.

- Eftir gjølla umhugsan havi eg avgjørt, at HM verður mín seinasta steypakapping við kvinnulandsliðnum, sigur Lunde í tíðindaskrivi.

Hon upplýsir tó, at hennara hondbóltskarriera ikki er liðug júst enn.

- Eg havi ongar ætlanir um hvørjum felag eg skal spæla í í løtuni. Men eg havi ikki spælt mín seinasta hondbóltsdyst, sigur málverjin.

Katrine Lunde fekk sín fyrsta dyst á norska landsliðnum í 2002.

Á sínum CV hevur Lunde trý OL-gullheiðursmerki, tvey HM-gullheiðursmerki og sjey EM-gullheiðursmerki, fyri at nevna nakrar av sigrunum frá hennara 23 árum á landsliðnum.

Á felagsstigi hevur Katrine Lunde umboðað donsku feløgini Odense Handball, Viborg og Aalborg, m.a.

Hon kom til Aalborg í 2005 og spældi tvey kappingarár áðrenn hon flutti til Viborg.

 

/Ritzau/

 

 

 

Katrine Lunde spældi sín fyrsta dyst fyri Noreg í 2002, men komandi HM verður hennara seinasta finaluumfar. (Savnsmynd). - Mynd: Eva Manhart/Ritzau Scanpix