Fyrr í dag spældu Meinhard E. Olsen og liðfelagarnir í Kolding dyst á útivølli í næstbestu donsku fótbóltdeildini móti gamla stórliðnum, AaB.
Á Aalborg Portland Park leikvøllinum eydnaðist Meinhardi og liðfeløgunum at vinna ein greiðan 3-0 sigur. Jesús Alfaro legði útiliðið á odda í 25. minutti, og tá ein tími var leiktur økti Nemanja Nedić til 2-0. Meinhard økti til 3-0 við einum dreymahøggi frá 18 metrar fjarstøðu. Klokkan vísti 77 minuttir, tá Meinhard staðfesti sigurin hjá Kolding.
HER ber til frá Viasat Sport at síggja hæddarpunktini frá dystinum.
Kolding er nummar sjey í deildini við 25 stigum. Bert málmunurin skilir Kolding frá Horsens á fimta plássinum, og AaB á sætta plássinum. Øll trý liðini hava 25 stig í part.
Liðið sum Dan Brimsvík er virkandi venjari hjá, Lyngby er fremst í deildini við 32 stigum. Ígjár vann Lyngby á heimavølli 2-0 á Esbjerg.
Í morgin klokkan 13 hava Martin Agnarsson og liðfelagarnir í Aarhus Fremad dyst á heimavølli móti HB Køge.
Klokkan 14 spæla Poul Kallsberg, Adrian R. Justinussen og liðfelagarnir í Hillerød dyst á útivølli móti komandi liðnum hjá Adriani, Horsens.











