Tað skrivar hann í svari upp á ein § 52a-fyrispurning frá Sámali Peturi í Grund.
Sámal Petur í Grund spurdi millum annað, um landsstýrismaðurin metir, at skattaskipanin í dag ger nóg mikið fyri fólk við lágum og miðal inntøkum, og um ætlanir eru um at broyta skipanina.
Í svarinum vísir Aksel V. Johannesen á, at flatskattabroytingin í 2011 gav størstu lækkingarnar til tey við hægstu inntøkunum og samstundis flutti rokningina fram í tíðina.
Hann leggur dent á, at tær báðar stóru skattanýskipanirnar, sum vórðu framdar í 2016 og aftur í 2023 og 2024 undir javnaðarleiðslu, serliga hava gagnað lág- og miðalinntøkum.
– Inntøkuskatturin hjá lág- og miðalinntøkum er lækkaður nógv, og markskatturin hjá lágløntum er eisini lækkaður munandi, so tað nú loysir seg betur at arbeiða eyka, skrivar landsstýrismaðurin.
Samstundis verður arbeitt við lógaruppskoti, sum skal tryggja, at skattastigin verður javnaður á hvørjum ári, soleiðis at vanligir løntakarar ikki sjálvvirkandi koma at gjalda hægri skatt, tá lønirnar vaksa.
Aksel V. Johannesen vísir eisini á, at skattaskipanin einsamøll ikki kann loysa trupulleikan við ójavna.
##med2##
Hann nevnir millum annað nýggju lógina um leigustuðul, sum Løgtingið samtykti í vár, og fleiri átøk í samgonguskjalinum, ið skulu økja um útboðið av bústøðum.
Landsstýrismaðurin heldur eisini, at manglandi innkrevjing av tilfeingisrentu er ein orsøk til ójavna í samfelagnum.
Hann vísir á, at tilfeingið í havinum eigur øllum føroyingum, og at virðið av hesum tí eisini eigur at koma øllum til góðar.
– Fyri meg hevur tað týdning, at tilfeingisrentan verður kravd inn, so skattabyrðan á vanliga løntakaran kann lækka, skrivar Aksel V. Johannesen.
Hann leggur tó aftrat, at samgongan í løtuni ikki hevur ætlanir um fleiri broytingar í tilfeingisgjøldunum, hóast nýggj kunngerð um veiðigjøld verður kunngjørd í næstum.











