….. viðmerking til viðmerkingar um grein mína um whisky framleiðslu
Eg minnist enn vátu eygu hansara, tá hann sorgtungur hugdi uppá meg. Hann var ein av vinmonnum mínum, sum, vegna rúsdrekkabundni, fór alt ov ungur hiðani. Orðini hann segði mær, hevði hann sagt áður- og í huga mínum standa tey eftir sum fremstu minnini um hendan fitta, ídna, men av rúsdrekkaeitrinum so illa hagreidda havnamannin.
Tey eru eisini bundin, segði hann
Orðini hann festi í minni mítt vóru hesi: «Eg eri bundin av rúdrekka, ja, men tað eru so sanniliga eisini mong teirra, sum vanvirðisliga hyggja niður á meg, og siga, at «vit duga at drekka». «Hesi, sum ikki kunnu njóta eina góða máltíð, ella eina friðfulla kvøldarløtu, uttan at drekka eitt ella fleiri gløs afturvið, tey eru eins bundin sum eg» legði hann afturat. «Bið tey, í teirra stoltleika, royna at leggja hendan rúsdrekkavana sín av, so fáa tey og tú at síggja, at munurin á teimum og mær er lítil og ongin».
Hugvilla teirra, sum siga seg «duga at drekka»
Og í kjakunum, sum fylgdi okkara millum, kom so hin beiski veruleikin fram. Veruleikin, sum mong royna at fortreingja, at ein partur av teimum, sum byrja við at «duga at drekka», sum tey royna at tøla seg við at siga, eru tey somu, sum enda úti í svára bundinskapinum. Í tí neyð, sum rúsdrekkanýtslan leiðir offur síni út í. Veik, vónbrotin og sjúk doyggja fleiri teirra, ár áðrenn lívsleið teirra var ætlað at enda.
Ongin nýtist at skola mat ella hugna niður við eitri!
«Vit duga at drekka» siga tey- «so lat okkum fáa frið». Hugsa um kensluloysi og líkasæluna í hesum orðum, bæði móti sær sjálvum og teimum, sum longu eru endaði sum doyggjandi trælir av eitrinum. Ongin, ikki ein, nýtist at drekka ella at seta punktum yvir eina góða máltíð ella eitt gott kvøld við at skola mat ella hugna niður við eitri!
Ert tú ein teirra, sum fyrigyklar tær sjálvum, at tú saktans kann drekka, tí tú «dugir at drekka» fari eg at biðja teg hugsa um og vísa atlit til ikki bert teg sjálvan, men tey, sum longu eru komin longri út á deyðsskráan enn tú. Veruleikin er jú, at rúsdrekkaleiðin styttir lívskeið hins bundna við upp til fleiri og tjúgu árum!
Eitt sjálvsøkið lív ella...
Til ber at liva lívið við bert at hugsa um seg sjálvan, seg, síni og sítt. Men nógv stórbærari gerast tillutaðu ár okkara, um vit velja, so frætt vit megna, eisini at liva lív okkara við støðu og trivnaði næsta okkara í huga. At drekka rúsdrekka, tí «eg dugi at drekka» man vera stórsta sjálvsøkni og sjálvssvik, ið hugsast kann.











