Tað skrivar Reuters.
Talið á teimum deyðu er framvegis ógreitt. Sambært Reuters eru lík funnin í einum lyftusjakti í bygninginum.
Bjargingarfólk hava fingið atgongd til annan av teimum báðum lyftusjaktunum.
– Vit høvdu avmarkaða atgongd til annan lyftusjaktin, og har sóu vit líkini av tveimum ella trimum fólkum, sigur Brecht Speybrouck, talsmaður fyri lokala arbeiðseftirlitinum.
Enn er óvist, um fólk eisini eru í hinum lyftuni.
Eldurin kyknaði á aðru hædd í bygninginum týsmorgunin og varð skjótt sløktur. Kortini spjaddist eldurin til lyftusjaktirnar.
Orsøkin til eldsbrunan er framvegis ókend.
Sambært Reuters var bygningurin undir umvæling, og yvir 200 arbeiðsfólk vóru á staðnum, tá eldurin kyknaði.
Seks fólk eru framvegis saknað, og trý eru flutt á sjúkrahús.











