- Tað er stórur munur á, um tað er barn ella gamalt fólk, sum fer til gravar, men karmurin í kirkjuni er so at siga eins, sigur sóknarpresturin, Anne Mette Greve Klemensen Mynd: Erla Ziskasen

Anne Mette: - Tað er altíð okkurt pent at siga

- Øll eiga at fáa eina virðiliga jarðarferð og øll, sum fylgja, skulu hava góð orð við heim, sigur Anne Mette Greve Klemensen, sóknarprestur

 

- Tað er stórur munur á, um tað er barn ella gamalt fólk, sum fer til gravar, men karmurin í kirkjuni er so at siga eins, sigur sóknarpresturin, Anne Mette Greve Klemensen Mynd: Erla Ziskasen

Í VikuskiftisSosialinum, sum fæst til keyps í blaðsølunum, er tema'ið - Seinasta Ferðin - ið er tema um jarðarferðir og tær tænastur, sum kunnu vera knýttar at einari jarðarferð.

 

Í blaðnum greiðir sóknarpresturin, Anne Mette Greve Klemensen, frá, hvussu hon fyrireikar eina jarðarferð, og her vísir hon á, at jarðarferðir er ein av mongu ymisku uppgávunum í einum prestalívi.

 

- Sjálvt um tað kann vera tungt til tíðir, so havi eg varhugan av, at flestu prestar halda jarðarferðina vera ein tann mest meiningsfulli parturin av starvinum. 

 

Anne Mette Greve Klemensen vísir á, at tá ein jarðarferð skal fyrireikast, kemur hon sum prestur í samband við fólk upp á ein serligan máta, og hon sleppur at hoyra lívssøgurnar hjá fólki. 

 

- Eg haldi tað verða rørandi, hvussu stórt álit fólk hava á okkum prestum. Vit ganga nøkur fet saman við teimum avvarðandi í einari tungari støðu, og tað kennist væl, bæði sum prestur og sum menniskja, at kunna gera mun.

 

VikuskiftisSosialurin fæst til keyps í blaðsølunum, og her er ein størri grein við Anne Mette Greve Klemensen. 

 

- Tað er altíð okkurt pent at siga. Øll eiga at fáa eina virðiliga jarðarferð og øll, sum fylgja, skulu hava góð orð við heim, sigur sóknarpresturin.

 

- Tað er stórur munur á, um tað er barn ella gamalt fólk, sum fer til gravar, men karmurin í kirkjuni er so at siga eins, sigur sóknarpresturin, Anne Mette Greve Klemensen Mynd: Erla Ziskasen