Ari flytur úr Sarpugerði og til Danmarkar

27 ára gamli vongverjin hjá Víkingi fer nú at royna seg í donskum fótbólti

Ari Olsen verður ikki at síggja á liðnum hjá Víkingi í 2026. Tað hevur leingi ligið í luftini, at hann fór at royna seg í donskum fótbólti, og nú boðar Vendsyssel FF frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við Ara Olsen, sum seinastu vikurnar hevur royndarvant í felagnum. Sáttmalin er galdandi fram til á sumri í 2027.

 

Í vetrarsteðginum er Vendsyssel á 6. plássi í 2. deild, sum er triðbesta deildin í Danmark.

 

27 ára gamli Ari Olsen hevur sambært FaroeSoccer spælt 207 dystir í bestu føroysku landskappingini og 24 dystir í kappingini um løgmanssteypið. Í 2020 flutti hann úr barndómsfelagnum á Skála og til Víking, har hann eisini hevur spælt 11 dystir í Europa.

 

Í síni tíð var Ari Olsen 16 ferðir á U-21 landsliðnum.

 

-Í royndarvenjingini hava vit sæð, at Ari er sera arbeiðssamur og viljasterkur, og vit rokna nógv við honum, sigur Jens Hammer Sørensen ítróttarstjóri við heimasíðuna hjá Vendsyssel FF.