Nummar 7 á listanum møtir fyri Guttorm

Eisini Guttormur í Skála hevur biðið um, at varafólk møtir fyri hann á býráðsfundinum í Havn, sum byrjaði klokkan 16

Tað sermerkta er tó, at tað ikki er nummar 2 á listanum, sum møtir fyri Borgaralistan, sum bara hevur ein býráðslim, men nummar 7 á listanum, Lilja Blaasvær.

Hesi 8 fólkini stillaðu upp til býráðsvalið seinast fyri Borgaralistan:

1    Guttormur í Skála 336 atkvøður

2    Jóhan Esbern Simonsen 318 atkvøður

3    Birita Hammer Jacobsen 201 atkvøður

4    Turið Barbara Jacobsen 93 atkvøður

5    Katrina í Geil 60 atkvøður

6    Axel Mc Intosh 40 atkvøður

7    Lilja Blaasvær 33 atkvøður

8    Elin Holm 28 atkvøður

Lesið eisini: ÍSF forseti møtir sum býráðslimur í dag