Sambært amerikanska forsetanum, Donald Trump, hevur russiski forsetin, Vladimir Putin, samtykt at steðga álopum á Kyiv og aðrar ukrainskir býir í eina viku.
Tað segði forsetin á tíðindafundi, skrivar AFP.
Kalda vetrarveðrið í høvuðsstaðnum, saman við fleiri russiskum álopum, hevur gjørt, at nógvir bygningar í Kyiv eru uttan hita. Sambært Trump er hetta júst orsøkin til steðgin.
– Tey hava ongantíð upplivað kulda sum hendan. Og eg havi persónliga biðið Putin forseta um ikki at skjóta á Kiev og ymiskar býir í eina viku, segði Trump sambært tíðindastovuni og legði afturat:
– Tað hevur hann játtað, og eg má siga tykkum, at tað er sera vinarligt.
Ógreitt er, nær ein møguligur steðgur í álopum á ukrainska høvuðsstaðin fær gildi.
Steðgurin er ikki staðfestur av hvørki ukrainska ella russiska partinum.
Sambært ukrainsku veðurtænastuni stendur landið fyri serliga køldum veðri komandi dagarnar, og hitin fer niður í minus 30 stig í pørtum av landinum.
Tað upplýsir tíðindastovan AFP.
Serliga ukrainski høvuðsstaðurin hevur seinastu tíðina verið fyri fleiri russiskum álopum, sum hava rakt elnetið.
Sambært Reuters hava tvey tey seinastu russisku álopini á Kyiv gjørt, at umleið ein millión fólk vóru uttan streym og umleið 6.000 íbúðarbygningar uttan hita.
Hóast fleiri vikur við ábøtum mangla fleiri bygningar framvegis hita.
Sambært orkumálaráðharranum í Ukraina, Denys Shmyhal, vóru umleið 700 bygningar framvegis uttan hita mikudagin.
Hetta skrivaði hann í einum uppslagi á Telegram, sambært Reuters.
Sum avleiðing av manglandi streyminum eru toymi av teknikarum sett á stovn, sum skjótt fáa streymin aftur. Stjórnin sigur, at tað eru 68 viðgerðartoymi kring býin.
Harumframt eru yvir 1.400 neyðstøðir settar upp, har borgarar kunnu fáa streym og løða fartelefonina.
/Ritzau/










