Á býráðsfundinum í dag klokkan 16 tekur Elin Heðinsdóttir Joensen sæti í Tórshavnar býrað sum varafólk fyri Javnaðarflokkin, tí tað berst pápa hennara, Heðini Mortensen, frá at møta.
Elin Heðinsdóttir Joensen, sum er forseti í ÍSF, hevur einaferð áður havt sæti í Tórshavnar býráð sum varafólk. Hon stillaði upp fyri fyrstu ferð á býráðsvalinum 2024, tá hon var tvær atkvøður frá at verða vald.
Í samrøðu við Inga Rasmussen í Kringvarpinum leygarmorgunin skiltist á henni, at hon hevði fingið blóð á tonna fyri politikki og ætlar sær at stilla uppaftur.
Javnaðarflokkurin fekk 3 fólk vald í Tórshavnar býráð á seinasta býráðsvali, og Elin Heðinsdóttir Joensen var nummar 3 á listanum:
1: Heðin Mortensen 789 atkvøður
2: Bergur Robert Dam Jensen 366 atkvøður
3: Kristianna Winther Poulsen 207 atkvøður
4: Elin Heðinsdóttir Joensen 205 atkvøður
5: Barbara Gaardlykke Apol 170 atkvøður
6: Milia Egilsnes Anda 101 atkvøður
7: Sára Gullfoss 100 atkvøður
8: John av Reyni 87 atkvøður
9: Barbara Djurhuus 70 atkvøður
10: Birita Fritleifsdóttir Kjærbæk 66 atkvøður
11: Maria Súsanna Hammer Olsen 59 atkvøður
12: Harald Joensen 49 atkvøður
13: Eyðbjørg Hansen 43 atkvøður
14: Robert Vilhelmsen 34 atkvøður
15: Høgni Rasmussen 30 atkvøður
16: Heri Ólason Dam 28 atkvøður
17: Magni G. E. Dalsgaard 17 atkvøður
##med2##
##med3##













