Avlopið hjá Varðanum var 231 milliónir krónur

Varðin hevði eitt gott ár í 2025. EBITDA var 368,4 milliónir krónur, samanborið við 304,6 milliónir krónur árið fyri. Úrslitið eftir skatt var 231 milliónir krónur, samanborið við 119 milliónir krónur í 2024.

Felagið skrivar, at í 2025 vóru goldnar 132,5 milliónir krónur í tilfeingisgjøldum og skatti. Seinastu 5 árini hevur Varðin goldið tilsamans góðar 612 milliónir krónur í tilfeingisgjøldum og skatti.

 

Sæð yvir seinastu 5 árini, eru tilfeingisgjøld og skattur í miðal 47% av úrslitinum áðrenn tilfeingisgjald og skatt.

 

Samlaðu starvsfólkakostnaðirnir fyri 2025 vóru 267,9 milliónir krónur, og felagið hevði áleið 350 fólk í starvi.

 

Lægri kvotur – hægri prísur

 

Hóast minni nøgd, hækkaði samlaða avreiðingarvirðið hjá uppsjóvarskipunum við 46 milliónum kr., til 634 milliónir kr. í 2025.

 

Veiðan hjá botnfiskaskipunum vísti stóra framgongd í 2025. Eftir fleiri ár við ringum úrslitum, høvdu skipini sera góðan fiskiskap í 2025, og harafturat vóru prísirnir á botnfiski sera góðir. Úrslitið í 2024 vísti eitt hall, ímóti einum yvirskotí á 3,4 milliónir kr. eftir skatt í 2025.

 

Framleiðsluvirkið Faroe Origin, sum Varðin eigur helvtina av, hevði somuleiðis eitt gott ár í fjør.

 

Hjá Faroe Marine Products er ringa gongdin vend. Virkið hevði í 2025 eitt úrslit á 4,4 milliónir kr.

 

##med2##

 

Framhaldandi íløgur

 

Varðin hevði onga nýggja skipaíløgu í 2025, men í 2026 koma tveir nýggir frystitrolarar í flotan. Dunga Jákup, sum verður bygdur hjá MEST, verður latin seint í august, og Sjúrður Tollaksson, sum verður bygdur hjá Karstensens Skibsværft í Skagen, verður latin umleið ein mánað seinni.

 

Samstundis heldur arbeiðið við verkætlanini Eyðabø fram. Fyrsti parturin við 24 leiguíbúðum í Norðragøtu verður liðugur á heysti 2026, og næsti parturin verður liðugur tíðliga í 2027. Tilsamans fyri skip og íbúðir er hetta íløgur uppá 426 milliónir krónur.

 

Talva 1: Tilfeingisgjøld og skattur, og %-partur hesi eru av úrslitum í 2021-2025.

 

##med3##

 

Tølini í talvunum eru úr feløgunum hjá Varðanum, sum fiska uppsjóvarfisk og gjalda tilfeingisgjald. Tey eru P/F Krossbrekka, P/F Hvamm, P/F Driftin og P/F Gulenni.