Bárður á Steig Nielsen á veg á fund við Marco Rubio

Sameindu arktisku uttanríkisráðharrarnir hava fund í dag. Bárður á Steig Nielsen er við

Samansett mynd

Talan er um ein fund millum sameindu arktisku uttanríkisráðharrarnar, sum skulu hittast undir fasta NATO-uttanríkisráðharrafundinum, sum hesaferð er í Svøríki.

 

– Hetta er ein møguleiki hjá okkum at gera vart við, at vit eru til og at vit eru ein partur av teimum sameindu. At vit vilja tryggja verju og trygd her í Norðuratlantshavi, sigur Bárður á Steig Nielsen, tá vit hittu hann í telefonini fyri løtu síðani í bili á veg til Helsingfors.

 

– Og so er tað GIUK-holið, sum er so týðandi her í Norðuratlantshavi, og har vit liggja mitt í tí, sigur Bárður á Steig Nielsen.

 

Hugtakið »GIUK-Gap« er ein stytting av enska hugtakinum »Greenland-Iceland-UK gap« – økið millum Grønland, Ísland og Bretland, og har Føroyar eisini eru, sum í trygdarhøpi er eitt »hol«, millum annað tí at eingin eftirlitsradari er í Føroyum, sum kann fylgja við tí, ið fyriferst í økinum.

 

Hugtakið verður ofta brúkt í hernaðarliga strategiskum høpi, og tað fevnir um tað geografiska økið millum Grønland, Ísland og Bretland, sum søguliga hevur verið ein strategiskur fløskuhálsur hjá hernaðarligum vøldum. Í dag verður alsamt meira dentur lagdur á strategiska týdningin av økinum av teimum ráðandi politisku og hernaðarligu aktørunum í økinum.

 

Hetta er tað økið, sum nýggja radarin, sum verður settur upp á Sornfelli, skal dekka.

 

– Og so er tað eisini ein góður møguleiki at hitta mínar starvsfelagar í Norðurlondum – og USA og Kanada, sum eru við eisini, sigur Bárður á Steig Nielsen.

 

– Fundurin er um trygdina í Norðurhøvum, og tað er júst tí, at vit eru við, sigur hann.

 

Hann vísir á, at vit eru ein partur av hesum, og liggja mitt í GIUK holinum.

 

– Og tí er tað áhugavert – bæði hjá okkum og hjá teimum, at hava okkum við sum viðspælarar, tí tað eru vit, leggur Bárður á Steig Nielsen dent á.

 

– Vit stuðla fult uppundir trygdina her í Norðurhøvum, sjálvandi, sigur hann.

 

Spurdur um tey eru samd, ella um tað er nakað týðandi, sum skilir partarnarnar sigur landsstýrismaðurin í uttanríksimálum, at tað heldur hann ikki.

 

– Men sjálvandi, tað koma ymsar útmeldingar vestanífra í mun til Nato og í mun til, hvussu nógv evropisku Natolondini skulu gjalda til felagsskapin. Men í hesum høpi haldi eg, at vit standa so nøkulunda saman, sigur hann.

 

Men hevur tú nakran boðskap við til amerikanska uttanríkisráðharran, Marco Rubio?

 

– Jú tað havi, men hann má eg bera honum, áðrenn eg fortelji tað fyri, sigur hann og grínur.

 

Men vit spyrja aftur, um hann fer at bjóða Marco Rubio nakað.

 

– Boðskapurin verður tann vanligi, at vit standa saman við Nato, at vit fegin vilja servisera teir her og vera við í teimum venjingum, sum eru her um leiðir. Tann boðskapin fari eg at bera fram. At vit fegin vilja bjóða teimum allar tær tænastur, sum vit kunnu, sigur Bárður á Steig Nielsen.

 

– Og hvat kundi tað so verið?

 

– Vit hava sæð, at amerikonsk skip eru alsamt meira aktiv her um okkara leiðir. Her koma javnan herskipavitjanir og kavbátavitjanir. Tey hava manningarskifti her, og tað eru eisini annað vit kunnu servisera fyri teir, bæði viðvíkjandi skipum og materielli annars, sigur Bárður á Steig Nielsen.

 

Spurdur um hann fer at bjóða amerikanarum nakað permanent í Føroyum, so vísir hann á nýggja radaran á Sornfelli, sum er eitt stig á vegnum.

 

– Tað haldi eg, at Natolondini eru øgiliga væl nøgd við, sigur hann.

 

Fundurin í Helsingfors í Svøríki verður klokkan 13 okkara tíð.

 

Samansett mynd