Løkke vónar semju um trygdina í Arktis eftir fund við Rubio

Lars Løkke Rasmussen fegnast um, at eisini bæði Grønland og Føroyar eru við á fundinum við amerikanska uttanríkisráðharran, Marco Rubio

Lars Løkke Rasmussen luttekur fríggjadagin á fundi við amerikanska uttanríkisráðharran Marco Rubio um trygdarstøðuna í Arktis. Bæði Faroe Islands og Greenland verða eisini við á fundinum. (Savnsmynd)

Virkandi danski uttanríkisráðharrin Lars Løkke Rasmussen vónar, at londini kring Arktis kunnu semjast um eina felags yvirlýsing um trygdarstøðuna í økinum eftir fund við amerikanska uttanríkisráðharran Marco Rubio í dag.

 

Fundurin verður hildin í sambandi við Nato-uttanríkisráðharrafund í Helsingborg.

 

Sambært Lars Løkke Rasmussen verður fundurin hildin í sokallaða A7-bólkinum, sum fevnir um Danmark, Svøríki, Noreg, Finnland, Ísland, Kanada og USA.

 

Harumframt verða bæði Grønland og Føroyar eisini við á fundinum.

 

– Eg vóni, at vit kunnu senda eina felags yvirlýsing út, sum vísir, at øll Nato-londini í Arktis síggja eins upp á trygdarstøðuna í og kring Grønland og í norðurøkinum, sigur Lars Løkke Rasmussen.

 

Danmark hevur sambært Løkke leingi arbeitt fyri at fáa Nato meira virkið í Arktis og á norðaru leiðunum, eisini sum svar upp á amerikanskar trygdarstúranir.

 

Fundurin kemur eftir vaksandi trýst frá Donald Trump, sum fleiri ferðir hevur sagt, at USA eigur at fáa ræðið á Grønlandi av trygdarávum.

 

 

 

Lars Løkke Rasmussen luttekur fríggjadagin á fundi við amerikanska uttanríkisráðharran Marco Rubio um trygdarstøðuna í Arktis. Bæði Faroe Islands og Greenland verða eisini við á fundinum. (Savnsmynd)