Klassikarin Fúrstin eftir Niccolò Machiavelli er nú aftur at fáa í føroyskari týðing eftir at hava verið útseldur í longri tíð. Hetta er triðja upplag av bókini, sum fyrstu ferð kom út á føroyskum í 2015.
Bókinina umsetti Eilif Samuelsen til føroyskt, og tað er Forlagið Hemlið, sum gevur hana út.
Fúrstin er ein av viðgitnastu og mest umstríddu bókunum innan politiska heimspeki. Machiavelli skrivar um vald, leiðslu, ótta, trúfesti og hvussu leiðarar varðveita vald í ótryggum tíðum. Í roynd og veru er hetta ein lærubók í statsmanskynstri. Hóast bókin varð skrivað í Firenze í 1513, verða hugsanirnar framvegis umrøddar í politikki, leiðslu og samfelagskjaki kring allan heim.
Føroyska útgávan hevur fingið góða móttøku, og áhugin hevur verið so stórur, at tey bæði fyrru uppløgini vórðu skjótt útseld. Nú er bókin aftur á hillunum, so nýggir lesarar kunnu fáa høvi at lesa hetta heimskenda verkið á føroyskum.
Tað er Forlagið Hemlið, sum gevur bókina út. Forlagið gevur út klassikarar í heimsbókmentunum og hevur higartil givið út 25 bøkur.
Bókin kostar 198 kr. og fæst til keyps í bókabúðum og á www.hemlid.fo
##med2##










