Jógvan Fríðriksson, biskupur, saman við konuni Mariu, luttaka í dag í Aarhus Domkirke, har nýggi biskupurin í Aarhus Stift, Esben Thusgård verður innsettur.
Ein longri valtilgong hevur verið, innan Esben Thusgård var valdur biskupur við 60 % av atkvøðunum.
Hetta skrivar fólkakirkjan á sínum vanga á facebook.
Nógv verður gjørt burturúr bispavígsluni, og umframt allir biskoppar í danska kongaríkinum, luttekur eisini kongur saman við familjuni í Aarhus Domkirke.
DR 1 sendur beinleiðis frá bispavígsluni.
##med2##












