3 kilometrar, 30 metra frástøða og 2 mió. kr.
Tórshavnar kommuna hevur samtykt at geva Sersambandinum fyri Súkkling og Triathlon tilsøgn um stuðul upp á 2 mió. kr. og loyvi at fara undir eina oyggjaleikabreyt, sum er 3 km til longdar og harafturat við gøtum innií.
Talan er um eina breyt við í minsta lagi 30 metra frástøðu til rossagøtuna, og í flestu støðum væl meira enn tað.
Ein greið sundurskiljing verður millum súkklubreytina og gøtuna um Vesturvarða - tó undantikið har íbindingar til verandi rossagøtu verða, og íbindingar mugu sjálvsagt vera.
Fyri at øll, ið ferðast í økinum, kunnu kenna seg trygg, og vita hvussu ferðast skal í økinum, skulu greiðar mannagongdir avtalast millum súkklarar, reiðfólk og skótar. Somuleiðis skulu skeltir greitt vísa leiðreglur fyri økið, og hvussu atlit skal takast.
Økið við rossagøtuni kring Vesturvarða er umleið 750.000 fermetrar til støddar. Undir skipaðum viðurskiftum rúmast bæði reiðfólk, skótar, gongu- og rennifólk og súkklarar í økinum.
Í mai viðmælti náttúrufriðingarnevndin ætlanina við ávísum treytum.
Málið liggur nú í Yvirfriðingarnevndini, og fundur verður 17. august, har ein avgerð møguliga verður tikin.
Gongdin í málinum
Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon hevur leingi arbeitt við at fáa umstøður til súkkluvenjing.
Afturi í 2015 varð játtan givin til eina stutta breyt innanfyri gøtuna um Vesturvarða. Nú oyggjaleikir aftur nærkast, hevur Sersambandið fyri súkkling og triathlon havt ynski um eina hóskandi oyggjaleikabreyt og tí at gera fleiri breytir á økinum innanfyri gøtuna um Vesturvarða.
Uppskotið fevndi vítt, og mentamálanevndin gjørdi av, at breytin skuldi tillagast og minkast. Eisini skuldu partar við virksemi í økinum hoyrast og atlit takast til ávirkanina í náttúruni.
Tórshavnar kommuna má raðfesta, hvussu nýtslan av lendi er, og í størst møguligan mun røkkur tørvin hjá flest borgarum í kommununi.
Fund við viðkomandi partar
Fyri at lata brúkarar og borgarar sleppa til orðanna, hevur Tórshavnar Kommuna skipað fyri tveimum fundum við partar í rossaumhvørvinum í Havnardali og við Oyggjarvegin umframt Sersambandinum fyri súkkling og triathlon.
Endamálið við fyrsta fundinum var, at sersambandið og reiðfólkini kundu greiða frá sínum ymisku sjónarmiðum.
Tillagað uppskot
Eftir fundin kom Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon aftur við einum tillagaðum uppskoti, sum var minni í vavi enn upprunaliga ætlanin.
Tað uppskotið varð samtykt á býráðsfundi tann 26. februar 2026.
##med2##
Málið til viðgerðar í Yvirfriðingarnevndini – avgerð er ikki tikin enn
Í mai kunnaði náttúrufriðingarnevndin kommununa um, at nevndin viðmælti ætlanina við ávísum treytum.
Í juni tók yvirfriðingarnevndin málið upp og mælti til, at breytin varð flutt niðan til har, sum vindmyllurnar eru, tí tey mettu, at lendið har er so nógv ávirkað av vindmyllum frammanundan, og tí hevði minni ávirkan á økið.
Hoyringsfreistin til tilmæli frá yvirfriðingarnevndini var 31. juli.
Yvirfriðingarnevndin hevur sostatt ikki tikið avgerð enn, men er komin við einum tilmæli, sum er sent pørtunum til hoyringar. Partarnir hava gjørt viðmerkingar til tilmælið.
Umsitingin hjá Tórshavnar kommunu vísti í viðmerkingunum á, at av tí at nógv virksemi longu er runt Vesturvarða, er ósannlíkt at súkklu- og gongugøtur fara at lýta náttúruøkið, og at gøturnar í størst møguligan mun verða gjørdar úr tilfari, sum longu er á staðnum. Tí metir kommunan, at loyvi eigur at verða givið til tillagaða uppskotið um súkklubreyt.
##med3##
Fundur í yvirfriðingarnevndini verður í dag 17. august, og møguliga verður avgerð tikin.













