Hayden Panettiere varð funnin lívleys í einum bústaði í Greenville í amerikanska statinum South Carolina sunnudagin.
Bjargingarfólk royndu at fáa lív í hana, men hon varð staðfest deyð á staðnum. Løgreglan sigur, at einki bendir á illgerð ella onnur illgrunasom viðurskifti.
Deyðsorsøkin er ikki upplýst. Rættarlæknin í Greenville County skal nú kanna málið og gera líkskurð.
Pápi hennara, Skip Panettiere, hevur í eini fráboðan til ABC News váttað andlátið. Hayden Panettiere hevði fylt 37 ár fríggjadagin.
Hon fekk sítt stóra gjøgnumbrot sum tann unga Claire Bennet í sjónvarpsrøðini Heroes. Persónurin hevði yvirnatúrligar eginleikar og kundi lekja seg sjálvan.
Seinni spældi Panettiere countrysangarinn Juliette Barnes í røðini Nashville. Leikluturin gav henni tvær Golden Globe-tilnevningar.
Hon var eisini kend sum Kirby Reed í fleiri av filmunum í ræðufilmsrøðini Scream. Í 2023 tók hon leiklutin uppaftur í Scream VI.
Hayden Panettiere hevði áður greitt alment frá sínum trupulleikum við rúsdrekka og tunglyndi, eisini barnsburðartunglyndi eftir, at hon fekk eina dóttur í 2014.
Yngri beiggi hennara, sjónleikarin Jansen Panettiere, doyði í 2023, bert 28 ára gamal.











