Um hálvgum tólvtíðina í gjárkvøldið fekk løgreglan eina fráboðan úr Kollafirði, at ein bilur lá á takinum við síðuna av vegnum. Talan var um eitt soloóhapp. Tá løgreglan kom á staðið og fekk fatur á bilføraranum, tyktiskt hann ikki heilt edrúur. Tí slapp hann at blása í alkometrið hjá løgregluni. Og tað víst oman fyri tað loyvdi.
Persónur var tí handtikin, blóðroynd tikin og skuldsettur fyri rúsdrekka koyring.
Sjúkrabilur kom á staðið, tí maðurin gramdi seg um pínu, men hevði tó ikki fingið nakran álvarsligan skaða.
Stutt fyri midnátt fekk løgreglan boð frá einum skeinkistað, at har vóru onkrir gestir, sum vóru eitt sindur strævnir og ikki dugdu at uppføra seg, og at teir vóru koyrdir út.
Løgreglan kom á staðið og tosaði við menninar. Men ein teirra var so ólátaður við løgregluna, at hann varð handtikin og tikin við á støðina, har hann endaði í brummuni. Hann varð leyslatin tíðliga í morgun við eini bót fyri brot á skilhaldsreglarnar.











