Ein persónur skuldsettur fyri ásigling í Vestmanna

Løgreglan hevur nú skuldsett ein persón fyri brot á Revsilógina og lógina um trygd á sjónum fyri at hava silgt á Brimil við skjóttgangandi báti

Tað var leygardagin, at ein skjóttgangandi bátur við stjóranum á Vørn umborð, sigldi á sjálvan Brimil, sum stjórin á Vørn varðar av. Báturin hevði nógva ferð, og fólkini í bátinum fingu skaða. Stjórin á Vørn varð fluttur á Landssjúkrahúsið við tyrlu. Hini vórðu flutt at Landssjúkrahúsið við sjúkrabili.

 

Løgreglan fekk fráboðan um tilburðin, at »ein skjóttgangandi bátur hevði siglt á vaktar- og bjargingarskipiđ 'Brimil' í Vestmanna, og at fólk vóru flutt á Landssjúkrahúsið«.

 

Løgreglan hevur síðani gjørt kanningar í málinum, og hevur í dag skuldsett ein persón fyri brot á revsilógina og lógina um trygd á sjónum.

 

– Kanningararbeiðið heldur fram, og fyri ikki at ávirka kanningararbeiđiđ hevur politiiđ ikki fleiri viðmerkingar í løtuni, sigur løgreglan.