Á Havsbrún í Fuglafirði vistu tey í gjár at siga, at tað verða tvær landingar til virkið í viku 21, sum er vikan, vit nú eru í.
Skipini, sum landa hesa vikuna, eru Birita við 2000 tonsum og Katrin Jóhanna við 1400 tonsum.
Í síðstu viku - viku 20 - høvdu tey á Havsbrún fýra landingar.
Tað vóru skipini, Fagraberg við 2900 tonsum, Jupiter við 1400, Christian í Grótinum við 2700 og Høgaberg við 3450 tonsum, sum landaðu.
Einki verður sagt um, hvat fiskaslagið er, men lítið man vera at ivast í, at øll skipini høvdu svartkjaft.











