Ein tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum

Í nátt var løgreglan boðsend til eitt gistingarhús í Havn at fáa ein fullan mann upp á pláss

Tað var vaktarmaðurin á einum gistingarhúsi í Havn, sum í nátt bað løgregluna hjálpa sær at vekja ein fullan mann, sum lá og svav í forhøllini á gistingarhúsinum. Tað vísti seg at vera talan um ein gest á hotellinum, og han var tí fingin inn á kamarið.

Løgreglan fekk í gjár fráboðan um eitt ferðsluóhapp, har ein bilur hevði rent á eitt hús. Men tað var hent klokkan fimm um morgunin, men ikki fráboðað fyrr enn klokkan 13. Tí kundi tað ikki koma undir seks tímars regluna, har tú kanst verða skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring upp til seks tímar eftir eitt óhapp.

Gjár ferðsluóhapp 5 um morgunin, soloóhapp, ein rent á eitt hús. tann sum koyrdi bilin hevði ikki fráboðað, skaða á bil og hús. 6 tímars regla for seint, fráboðað beint áðrenn 13, hent 5.30. hevði kanska komið undir tað um tað var fráboðað fyrr. 2 ymisk óavhenig boðaðu frá, bæði hildu, at hin hevði meldað. 

Løgreglan tók ein bilførara í Havn um midnáttarleitið, sum varð skuldsettur fyri at koyra áviraður av rúsevnum. Har var blóðroynd tikin, og so koyrir tað málið víðari í rættarskipanini.

Seinnapartin í gjár fekk løgreglan boð um leysar gæs í Havn, sum aktingarmaðurin fekk boð um at taka sær av.

Og í Klaksvík varð ein bilførari tikin rúsdrekkakoyring klokkan fýra í morgun.

Og klokkan hálvgum fimm í morgun kom løgreglan fram á ein mann, sum stóð og pissaði á vegnum. Hann fekk bót fyri brot á skilhaldsreglarnar.