Føroyska U18-manslandsliðið røkkur ikki U19-HM endaspælinum komandi summar.
Tað sum tó kann bjarga okkara eitt HM-endaspælspláss er um altjóða hondbóltssamgongan, IHF gevur Føroyum eitt sonevnt "Wild Card", ella um eitt landslið úr einum øðrum heimsparti gevur avboð til endaspælið. Tað er komið fyri fyrr.
Føroysku U18-mennirnir taptu í dystinum um 15. plássið í U18 EM-endaspælinum í Serbia 35-41 fyri Póllandi. Í steðginum vóru Føroyar á odda 19-18.
Frá støðuni 27-27 gjørdi Pólland eitt skarvslop, og legði seg framum 36-29, og so var mest sum avgjørt.
Føroyar hava staðið seg heiðurliga og hava tapt tepurt í fleiri dystum. Føroyar vunnu á Finnlandi í fyrsta dystinum, og megnaðu javnleik móti Eysturríki og í fyrru uppgerðini móti Póllandi í millumumfarinum. Móti krútsterku liðunum, Danmark og Spania gjørdist talan um heiðurlig fimmmálstap, og undan dystinum um 15. plássið var talan um tepur tap fyri Norðurmakedonia og Svøríki. Tiltiknu marginalarnir vóru snøgt sagt ikki við okkara monnum í fleiri dystum. Í onkrum dysti var dømingin heldur ikki okkara monnum til fyrimunar.
Boas Ellefsen á Skipagøtu skoraði heili 94 mál í hesum endaspælinum. Tað er tað mesta nakrantíð hjá nøkrum føroyskum leikara í einum EM ella HM-endaspæli.
Í EM-endaspælinum í 2022 skoraði systkinabarnið hjá Boasi, Óli Mittún 80 mál.
Í dagsins dysti skoraði Boas 11 mál. Teitur Poulsen Hellisdal gjørdi eisini vart við seg í dag við at skjóta 10 mál.
Ísraelski Yonathan Pelach verður tó sannlíkt EM-toppskjútti. Undan dystinum móti Norðurmakedonia hevur Pelach skotið 90 mál, og hann rundar sannlíkt teimum 100 málunum í dag.
Føroyar-Pólland 35-41 (19-18)
Føroyar: Boas Ellefsen á Skipagøtu 11, Teitur Poulsen Hellisdal 10, Jónas Fossábrúgv 7, Gabriel Skeel Árnason 4, Brandur Debes Dánialsson 2, Hugin Halgirsson 1.
Bjargingar: Micah Wardum Ragnarsson 8/38, Jákup A. Müller 1/9.











