EM hondbóltur í Kolshøll í annaðkvøld

- Dyrnar lata upp klokkan 19, tá undansendingin byrjar, og tiltakið er ókeypis, siga tey í Eiðis kommunu

Í morgin skulu føroysku landsliðshetjurnar spæla um víðari luttøku í EM hondbólti. 

 

Dysturin er ímóti Slovenia og byrjar klokkan 19.30 í annaðkvøld, 20. januar.

 

Í hesum sambandi bjóðar Eiðis kommuna bygdafólkinum í Kolshøll at síggja dystin.

 

- Dyrnar lata upp klokkan 19, tá undansendingin byrjar, og tiltakið er ókeypis.

 

Hetta siga tey í Eiðis kommunu í dag, og her verður lagt aftrat, at kaffi verður eisini at fáa.

 

Ein onnur kommuna, sum eisini hevur sagt, at dystirnir hjá landsliðshetjunum verða vístir á stórskíggja, er Sjóvar kommuna.

 

Hetta er í bygdahúsinum á Strondum, so her verður eisini høvi at síggja EM-hondbólt í annaðkvøld.