Í annaðkvøld klokkan 19.30 spælir føroyska manslandsliðið triðja og seinasta dystin í innleiðandi EM-bólki D.
Í Unity Arena uttanfyri Oslo møtast Slovenia við fýra stigum og Føroyar við trimum stigum.
Tað vera spanskir toppdómarar, ið skulu døma dystin millum Slovenia og Føroyar.
Ignacio García Serradilla og Andreu Marín eru valdir til ársins dómarar í bestu sponsku hondbóltsdeildini fýra ferð á rað.
At EHF setir eitt av fremstu dómarapørunum at døma ein avgerandi hjá Føroyum kann eisini sigast at vera eitt góðskustempul.











