Ríðisamband Føroya skrivar:
Knút Lützen 0g Hvinur frá Árbæjarhjálegu II
Fríggjadagurin í NM í gonguløgum, í Margaretahof í Svøríki royndist væl hjá Knút Lützen. Fyrst kappaðist hann á hestinum Kára frá Ásbrú í GDB A finalu. Hetta er triðja NM á rað at teir báðir luttaka í A finalu. Á Álandi í 2022 vunnu teir gull, Í Herning í 2024 vunnu teir silvur og nú í Margaretahof megnaðu teir at gerast nummar fimm. At sami hestur kemur í tríggjar NM A finalur á rað, er einki minni enn eitt bragd og vísir hvussu nógv arbeiði teir báðir hava lagt í ítróttin. Hetta er ein sannur varði í føroyskari ríðing.
Stutt aftaná GDB finaluna skifti Knút ross, nú fór han við Hvíni frá Árbærjarhjálægu II og teir báðir skuldi nú kappast í innleiðandi í T2, (tølt). Her gjørdu teir bart og har tað kanska var væntað at Knút og Kári fóru at koma í A finalu, so var tað helst eitt sindur óvæntað hjá mongum, at Knút og Hvínur ikki bara komu í finalu, men teir komu heilt upp á fjórðapláss í innleiðandi og skulu tí kappast í A finalu sunnudagin.
So NM vónin livur enn hjá føroyska landsliðnum í Svøríki. T2 finalan er sunnudagin kl 13:45.










