Fleiri fólk eru dripin, og mong eru særd í russiskum álopum á Ukraina seinasta samdøgnið, siga myndugleikarnir í Ukraina í dag.
Sagt verður, at eingin av teimum seks russisku rakettunum, sum vórðu sendar móti Kyiv-regiónini, vórðu skotnar niður, tí Ukraina tørvar loftverjurakettir.
Hinvegin eydnaðist ukrainska herinum at neutralisera - ella beina av vegnum - 135 dronur við elektroniskari krígsførslu, sum tað verður rópt.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, veit at siga, at fýra fólk í Kyiv-regiónini eru dripin, harímillum eitt barn.
Í Zaporizjzja-regiónini vórðu trý fólk dripin og fýra løstað, og í Kharkiv-regiónini vórðu tvey fólk dripin og sjey løstað.
##med2##
Haraftrat beindu russisku álopini fyri einum fólki í Slovjansk, og 15 vórðu særd í Donetsk-regiónini har eysturi í landinum.
Lagt veðrur aftrat, at í Kherson-regiónini har suðuri í Ukraina vórðu tvey fólk dripin, og 24 vórðu særd.
Tað er norska kringvarpið - NRK - sum ber hesi tíðindi úr Ukraina seinnapartin í dag.











