Tað sigur turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, í samrøðu við Al Jazeera.
– Evropasamveldið hevur ikki høga raðfesting hjá okkum, sigur Erdogan sambært týska tíðindastovninum dpa.
Hann heldur kortini, at tað verður ES, sum stendur eftir sum taparin, um samveldið ikki ynskir Turkaland sum lim.
Turkaland fekk støðu sum ES-limalandsevni í 1999, og samráðingarnar um limaskap byrjaðu í 2005. Tær hava tó ligið stillar í nógv ár.
Ein orsøk er, at turkisku myndugleikarnir fóru harðliga fram ímóti andstøðuni eftir miseydnaðu kvettroyndina í 2016.
Í 2018 staðfesti ES, at Turkaland flutti seg longri burtur frá samveldinum, og at samráðingarnar tí vóru steðgaðar. Serligur dentur varð lagdur á støðuna hjá rættarsamfelagnum og grundleggjandi rættindum í landinum.
Turkaland hevur kortini framvegis formliga støðu sum limalandaevni.
Seinastu árini hava fleiri felagsskapir framhaldandi víst á trupulleikar við rættartrygdini í Turkalandi. Millum málini, sum hava fingið stóran ans, er rættarmálið ímóti Ekrem Imamoglu, fyrrverandi borgarstjóra í Istanbul og einum av fremstu politisku kappingarneytunum hjá Erdogan.
Imamoglu varð varðhaldsfongslaður í sambandi við eitt mál um mutur og svik. Rættarmálið heldur eftir ætlan fram í Istanbul mánadagin.
Hóast ósemjurnar hava ES og Turkaland framvegis tætt samband á fleiri økjum. Partarnir samstarva millum annað um fólkaflyting og stríðið ímóti yvirgangi.
Turkaland gjørdi fyrr í august eisini eina felags verjuavtalu við Saudiarabia og Pakistan.
/RITZAU/











