Eins og fleiri aðrir stjórnarleiðarar fekk hon ein turkiskt framleiddan revolvara av slagnum Sarsilmaz SR 38, váttar Statsministeriet fyri Ritzau.
Sambært Statsministeriet hevur Mette Frederiksen tó ongantíð sjálv havt vápnið í varðveitslu.
– Gávan er móttikin sambært vanligari altjóða siðvenju. Forsætisráðfrúan hevur ikki persónliga verið í varðveitslu av handvápninum, sum nú er í varðveitslu hjá løgregluni, skrivar Statsministeriet.
Sambært amerikanska miðlinum Politico fylgdu bæði lóður og eitt reinsisett við revolvaranum.
Turkiski forsetin hevur lætt um útflutningsreglurnar, so stjórnarleiðarar kundu taka gávuna við úr Turkalandi.
Í Bretlandi hevur forsætisráðharrin Keir Starmer tó latið revolvaran verða eftir á bretsku sendistovuni í Ankara. Har verður hann gjørdur óbrúkiligur, áðrenn hann kann flytast til Bretlands.
Týski samveldiskanslarin Friedrich Merz hevur eisini fingið ein revolvara. Hann verður fyribils goymdur á týsku sendistovuni í Turkalandi, til hann kann flytast til Týsklands og skrásetast sum almenn gáva.
Eisini ES-nevndarforkvinnan Ursula von der Leyen og ES-forsetin António Costa hava fingið sama slag av revolvara. Von der Leyen ætlar at lata vápnið til eitt hernaðarsavn í Brússel, tá tað er gjørt trygt.
##med2##











