Rolling Stones fáa góð ummæli fyri nýggju fløguna

The Rolling Stones geva í dag út sína 25. studiofløgu, Foreign Tongues, og sambært fleiri ummælarum hevur bretski rockbólkurin framvegis nógv at bjóða.

Mick Jagger, Keith Richards og Ronnie Wood løgdu í mai fram nýggju fløguna Foreign Tongues, sum fleiri ummælarar geva góð skoðsmál. (Mynd: Shannon Stapleton/Reuters)

Tónleikablaðið Rolling Stone gevur fløguni fýra av fimm stjørnum og rósar bólkinum fyri framvegis at vera trúgvan móti bluesi, R&B og klassiskum rock'n'rolli.

 

Eisini The Guardian gevur fýra stjørnur og heldur, at Mick Jagger, Keith Richards og Ronnie Wood halda fram við kreativu endurføðingini, sum byrjaði við fløguni Hackney Diamonds í 2023.

 

Bretska tónleikablaðið NME er eitt sindur meira atfinningarsamt og gevur tríggjar og eina hálva stjørnu. Ummælarin finst millum annað at einari coverútgávu av Amy Winehouse-lagnum You Know I'm No Good, men rósar samstundis fleiri av hinum løgunum á fløguni.

 

Á Foreign Tongues eru eisini fleiri kend gestanøvn, millum annað Paul McCartney, Bruno Mars og Robert Smith úr The Cure. Sambært Deadline er eisini ein upptøka við fyrrverandi trummuspælaranum Charlie Watts, sum doyði í 2021.

 

The Rolling Stones vórðu stovnaðir í London í 1962 og teljast framvegis millum mest víðagitnu rockbólkar í heiminum.

 

##med2##

 

 

 

Mick Jagger, Keith Richards og Ronnie Wood løgdu í mai fram nýggju fløguna Foreign Tongues, sum fleiri ummælarar geva góð skoðsmál. (Mynd: Shannon Stapleton/Reuters)