Eru krøvini hjá arbeiðarafeløgunum órímilig?

Landið liggur partvís lamið og hevur gjørt tað síðani samráðingarnar millum arbeiðsgevarar og arbeiðarar slitnaðu. Spurningurin er so, um støðan er tann hon er, tí at krøvini hjá arbeiðarum eru órímilig? Svarið er eitt rungandi nei!

Krøvini hjá arbeiðarum eru als ikki órímilig

Lønirnar hjá arbeiðarunum mugu upp. Tað er ikki rímiligt, at arbeiðarar í dagsins samfelag ikki hava møguleika at tryggja sínum familjum eitt trygt og støðugt lív. Tað er ein veruleiki, at arbeiðarar í dag stríðast við at fáa endarnar at røkka saman. Lønin, sum tey fáa fyri sína harða arbeiðsinnsats, er ikki nokk til at klára tær grundleggjandi útreiðslurnar. Húsa- og leiguprísir hava ongantíð verið hægri, og tað er als ikki burðardygt, at lønirnar ikki fylgja við hesum stóra prísvøkstrinum. Familjur við børnum hava ongan kjans at seta búgv ella at liva eitt nøktandi lív, tí lønin er ov lág.

 

Vit mugu taka samfelagsliga ábyrgd

Vit kunnu ikki liva í einum samfelag, har familjur mugu geva avboð uppá grundleggjandi tørv, tí lønin ikki røkkur til. Hetta er ein samfelagslig ábyrgd, sum vit mugu taka í álvara. Vit mugu tryggja, at arbeiðararnir fáa teirra rættvísa part av vælferðarkøkuni. Lønarlyftið er ikki einans ein fíggjarlig avbjóðing, men ein etisk skylda hjá okkum øllum.

 

Ein løn í samsvari við kostnaðarstøðið

 

Tað er alneyðugt, at arbeiðarin fær eina løn, sum er í samsvari við tær vaksandi útreiðslurnar. Tað er okkara skylda at tryggja, at øll hava møguleika at seta búgv og liva eitt virðiligt lív uttan at hava fíggjarligar stúranir. Eitt samfelag, har arbeiðarar ikki hava ráð til at seta búgv, er eitt samfelag, sum hevur svikið sínar borgarar.

 

Tíðin er komin til eina lønarhækking

Tíðin er komin til eina munandi lønarhækking. Tað er ikki einans rættvíst, men eisini neyðugt fyri at tryggja eina bjarta framtíð fyri allar familjur í Føroyum. Krøvini frá arbeiðarafeløgunum svara til eina lønarhækkan upp á umleið 20.000 krónur árliga, áðrenn skatt. Hetta er als ikki nógv, sæð í mun til hækkaða kostnaðarstøðið í landi okkara og hækkingar av lønum hjá øðrum samfelagsbólkum.

 

Takið nú lógvatak og fá tað yvirstaðið

Vit mugu standa saman og tryggja, at arbeiðararnir fáa tað, sum teimum tilkemur. Takið nú lógvatak og fá tað yvirstaðið.

 

 

 

Sámal Petur í Grund

 

Formaður Sjálvstýri