Europa League: Gunnar og liðfelagarnir taptu greitt á útivølli

Víkingur Reykjavík fekk eitt vánaligt útgangsstøðið móti FC Thun

Gunnar Vatnhamar var sambært Soccerstand besti maðurin hjá Víkingi Reykjavík, ið tapti 0-3 fyri sveisiska liðnum, FC Thun í fyrra dystinum í triðja undanumfarinum í Europa League.

 

Tað liggur á ljóði, at Gunnar skal skifta til Vejle í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, men tað forðar ikki Gunnari í at gera sítt allarbesta fyri Víking.

 

Soccerstand gevur Gunnar karakterin 7,2 (av 10 møguligum), ið er besti karakterurin nakar leikari hjá Víkingi fekk í dystinum móti Thun. 

 

Thun hevði væl fleiri málroyndir enn Víkingur, ið tó iðrar seg um, at Thun megnaði at skjóta eitt mál í yvirtíðini. Nú verður tungt at venda gongdini í returdystinum. 

 

FC Thun-Víkingur Reykjavík 3-0 (2-0)

1-0 Jan Bamert ('19 )

2-0 Brighton Labeau ('26 )

3-0 Fabio Saiz ('90 )

 

Komandi hóskvøld klokkan 18.30 hittast liðini aftur á Víkingsvøllinum í Reykjavík. Longu sunnukvøldið klokkan 19 spælir Víkingur dyst á heimavølli í bestu íslendsku fótbóltsdeildini móti ÍBV, ið hevur Ára í Haraldsstovu Petersen í málinum.