European Para Youth Games: Andrias nýtt persónligt met

Andrias Mellemgaard úr Havnar Svimjifelag svam seg til eitt nýtt persónligt met í 100 metra bringusvimjing

Andrias Mellemgaard saman við venjaranum, Fríða Dam Lindberg (Mynd: Parasport Føroyar)

Parasport Føroyar skrivar:

 

Andrias nýtt persónligt met!

 

Andrias Mellemgaard úr Havnar Svimjifelag svam seg til eitt nýtt persónligt met í 100 metra bringusvimjing við tíðini 1:29.12. Hetta er ein framúr góð betring frá gomlu tíðini 1:36.54!

 

Við hesi flottu tíðini rakk hann eisini einum deildum 2. plássi í sínum aldursbólki fyri flokk SB9.

 

Ein góður endi á EPYG2025 (European Para Youth Games).

 

Vit eru ómetaliga errin av framgongdini hjá Andriasi og gleða okkum at fylgja við honum víðari!

 

Í morgin gongur leiðin heimaftur til Føroyar. Skrivar Parasport Føroyar.

 

Kappingin fór fram í Istanbul í Turkalandi. 

 

##med2##

 

 

 

Andrias Mellemgaard saman við venjaranum, Fríða Dam Lindberg (Mynd: Parasport Føroyar)

Mynd: Parasport Føroyar