Bjargingarfólk arbeiða við tokinum, sum koppaði stutt eftir klokkan 18. sunnudagin í útsynningspartinum av Týsklandi. - Mynd: Thomas Warnack/Ritzau Scanpix

Miðlar: Fleiri deyð í tokvanlukku í Týsklandi

Myndir frá vanlukkustaðnum vísa fleiri tokvognar, sum eru farnir av sporinum. Ein av vognunum er koppaður á síðuni.

Bjargingarfólk arbeiða við tokinum, sum koppaði stutt eftir klokkan 18. sunnudagin í útsynningspartinum av Týsklandi. - Mynd: Thomas Warnack/Ritzau Scanpix

Fýra fólk eru staðfest deyð í eini tokvanlukku í statinum Baden-Württemberg í landsynningspartinum av Týsklandi, upplýsir týska løgreglan sambært tíðindastovuni AFP.

Tað vóru umleið 100 ferðafólk í tokinum, tá tað fór av sporinum, skrivar Bild.

Myndir vísa fleiri tokvognar, sum eru farnir av sporinum. Ein av vognunum er kollvelt á síðuni.

Bjargingarfólk eru til staðar og arbeiða við at fáa særd og kleimd ferðafólk út, skrivar Bild.

Vanlukkan hendi umleið klokkan 18:10. nærhendis býnum Zwiefaltendorf í horninum av Týsklandi, sum hevur mark við bæði Sveis og Frakland.

Tokið er eitt økistog frá statsliga týska jarnbreytarfelagnum, Deutsche Bahn.

Tað er ikki greitt enn, hvat var orsøkin til, at tokið fór av sporinum.

Løgreglan í Stuttgart, høvuðsstaðnum í statinum í Baden-Württemberg, hevur ikki alment gjørt viðmerkingar til fráboðanir um fleiri andlát.

Í fyrstu fráboðanini frá løgregluni stóð, at talan var um fleiri skaðar.

 

/Ritzau/

 

Bjargingarfólk arbeiða við tokinum, sum koppaði stutt eftir klokkan 18. sunnudagin í útsynningspartinum av Týsklandi. - Mynd: Thomas Warnack/Ritzau Scanpix