Fípudreingirnir eru øgiliga raskir

Kappróður dreingir 14 – 16 ár: Í dag vann Blikur av Argjum spennandi kapping um næstfremsta plássið

Mynd: Skíggjamynd kvf.fo

Heldur ikki í dag var tað nakar ivi um, hvat 5-mannafarið við dreingjum 14 – 16 ár eigur bestu manningina.

 

Í dag verður kapprógvið á jóansøku í Vági, og tað gekk soleiðis, sum tað gjørdi bæði á norðoyastevnu í Klaksvík og á sundalagsstevnu í Kollafirði.

 

Fípan Fagra leyp avstað og vann seg longu í startspurtinum eina hálva bátslongd framum hinar bátarnar. Og síðani var spurningurin bara, hvussu trivaligur sigurin fór at verða. Tá ið Fípan Fagra fór um málið, vóru tað tríggjar bátslongdir aftur til næstu bátarnar.

 

Kappingin um næstfremsta plássið varð rættiliga spennandi. Blikur av Argjum var ikki so frammarlaga eftir startspurtin, men Blikur róði ógvuliga væl, og tá ið bátarnir fóru um málið var Blikur eitt lítið vet undan Knúki úr Eysturkommunu og Jallinum hjá Róðrarfelagnum Knørri. Knúkur og Jallurin hava fyrr í ár verið næstfremst, og tað vil siga, at Fípan Fagra í dag styrkti um sína støðu sum favorittur í FM kappingini.

 

##med2##

 

Mynd: Skíggjamynd kvf.fo